Tannlæknastovan & toymið
Tannlæknastovan í Sandavági lat upp á Krossmessu í 1976. Tað var Suni Joensen úr Sandavági, sum byrjaði virksemi sum sjálvstøðugur vinnurekandi tannlækni. Tann 1 mai. 1981 yvirtók Tannlæknastovan í Sandavági tannrøktina hjá børnum í Sandavági, og frá 1. mai 2013 komu børn úr Miðvági og Vatnsoyrum upp í somu skipan. Soleiðis røkir Tannlæknastovan í Sandavági í dag tenninar hjá øllum børnum í Vága kommunu.
Í februar 2017 tók Joan P. Olsen yvir tannlæknastovuna, og Suni helt fram sum tannlækni í nøkur ár eftir skiftið. Tann 30. Septembur 2021 hevði Suni Joensen sín síðsta arbeiðsdag sum tannlækni á tannlæknastovuni í Sandavági.
Á Tannlæknastovuni í Sandavági leggja vit stóran dent á eitt tætt og jaligt samskifti við viðskiftafólk okkara, umframt at yrkisliga dygdin verður sett í hásæti. Starvsfólkini eru regluliga á skeið, so fakliga støði verður varðveitt og førleikarnir verða mentir. Eisini verða bygningur og útgerð dagførd javnan, fyri at liva upp til dagsins krøv innan reinføri, tøkni og sjúklingatrygd. Tannlæknastovan er undir eftirlitsskipanini hjá Landslæknanum, og seinastu eftirlitsfrágreiðingarnar kunnu síggjast her.
Á tannlæknastovuni bjóða vit allar vanligar tænastur innan tannrøkt, implantat, krúnur, brýr, protesir, plastfyllingar, kosmetiskar viðgerðir, bleiking, tannrætting, parodontosu, kirurgi v.m. Eisini hava vit drúgvar royndir við tannrøkt og viðgerð av børnum.
Tvær ferðir um árið vitjar sertannlækni í ortodonti (tannrætting), har kannað verður um hvørji børn hava tørv á tannrætting, fyri soleiðis at tryggja eitt óheft úrval. Viðkomandi børn fáa síðani tilboð um viðgerð, sum verður framd í samstarvi við annan sertannlækna innan ortodonti.
Í løtuni starvast seks tannlæknar og ein tannrøktari á Tannlæknastovuni í Sandavági, sum í felag veita eina dygdargóða tænastu innan tannrøkt og viðgerð. Okkara dugnaligu klinikkatstøðingar syrgja fyri at okkara dagliga virksemið er væl skipað og koyrir sum tað skal. Harumframt hava tær eisini ábyrgdina av at tryggja at reinføri og smittuverjan er í lagi bæði áðrenn, undir og eftir tygara vitjan.

Thordis
Klinikkatstøðingur

Solveig
Klinikkatstøðingur

Astrid
Klinikkatstøðingur

Annika
Klinikkatstøðingur

Kristianna
Klinikkatstøðingur

Anita
Tannrøktari

Lív
Tannlækni

Katrin
Tannlækni

Joan
Stjóri / Tannlækni

Marita
Tannlækni

Bjørk
Tannlækni
