Barnatannlækni er á tannlæknastovuni dagliga, og børnini í Vága kommunu hoyra til okkara vaktarskipan á tlf. 314 544

Børn 0-3 ár

Í nógv ár hevur barnatannrøktin í Vága kommunu greitt frá um munn- og tannrøkt, kost o.a. í mammubólkum. Í samráð við GIGNA hava vit latið hesa uppgávuna liggja hjá heilsufrøðingunum, sum hava neyðugu førleikarnar til tess. Tað gevur okkum høvi at taka børnini fyrr inn á tannlæknastovuna.

  • Uml. 18 mðr. aldur, fyrsta vitjan á tannlæknastovuni í bólki.
  • Uml. 3 ára aldur, fyrsta kanningin á tannlæknastovuni.

Góð ráð um tannrøkt

Tað er skylda hjá foreldrum/verja, at tryggja nøktandi munn- og tannrøkt hjá barninum. Hetta krevur tannreins hvønn dag, so allar tenn eru reinar. Uppliva tit avbjóðingar við hesum, ber altíð til at fáa góð ráð og hjálp frá okkum. Tað er ongantíð ein nøktandi loysn, einki at gera. Er skaðin hendur, so fiksa vit tað og byrja av nýggjum! 

  • Hjálp barninum at busta tenn dagliga, til 10-12 ára aldur.
  • Brúka tanntráð hvønn dag, serliga har tenninar standa tætt.
  • Tannkrem skal innihalda 1000-1450 ppm fluor.
  • Avmarka sukraðar mat- og drykkjuvørur, eisini til máltíðirnar
Tað er ongantíð ein nøktandi loysn, einki at gera!

Børn 4-17 ár

Børn 4 ár og eldri ganga skiftivís hjá tannrøktara og tannlækna eftir tørvi, og skulu inn til kanning minst eina ferð hvørt ár. Seinasta kanning í barnatannrøktini er uml. 17 ár og 8 mðr. Allar vanligar viðgerðir ið eru byrjaðar í barnatannrøktini, verða gjørdar lidnar í barnatannrøktini. (*sí tannskaðar niðanfyri)

  • Børn 10-11 ár verða kannaði av sertannlækna í tannrætting.
  • Sertannlæknin ger av hvør fær tilboð um tannrætting.

Tannskaðar og trygging

Tannskaðar, og allar kanningar ísbv. tannskaðar, skulu gerast av kommunalu barnatannrøktini, til dagin tey ungu gerast 18 ár. Tannskaðar kunnu tó gerast so mikið umfatandi, at skaðin ikki kann endaliga viðgerast fyrr enn eftir 18 ára aldur. Vanlukkutilburðir verða ikki goldnir av Barnatannrøktini, tí er umráðandi at hava nøktandi trygging, ið fevnir um tannskaðar.

  • Vit viðmæla øllum at tekna trygging, ið umfatar tannskaðar.
  • Allir tannskaðar skulu kannast og skrásetast beinanvegin.
  • Tannskaði er ikki altíð sjónligur, bið um eina tíð beinanvegin.
Er skaðin hendur, so fiksa vit tað og byrja av nýggjum!

Vit svara fegin spurningum, og tit eru altíð vælkomin at tosa við okkum, skriva til okkum, ella koma inn á tannlæknastovuna :)

Øll børn í Vága kommunu fáa tilboð um ókeypis tannrøkt frá 0-17 ára aldur á Tannlæknastovuni í Sandavági. Vanliga er fyrsta vitjanin á tannlæknastovuni áðrenn barnið hevur fylt 2-3 ár. Og tískil er tað heilsufrøðingar hjá GIGNA ið taka sær av fyrstu vegleiðingum um munn- og tannrøkt av smábørnum. Foreldur eru tó altíð vælkomin at seta seg í samband við barnatannrøktina, óansæð aldur á barninum.

Til vanligu barnatannrøktina hoyra øll vanlig fyribyrgjandi tiltøk, herundir upplýsingarvirksemi v.m. Regluligar kanningar av heilsustøðuni í tann-, munn- og kjálkaøkinum, og leiðbeingin í tannrøkt fyri foreldur og børn.
Allar viðgerðir av sjúkum tí tann-, munn- og kjálkaøkinum, og tannjavning í ávísan mun eftir ítøkiligum ásetingum um tannjavning. Tannjavningin verður veitt av sertannlækna, sum ikki heldur til í hølunum hjá vanligu barnatannrøktini.

Luttøka í kommunalu tannrøktini er sjálvboðin. Útliman verður gjørd skrivliga av foreldramyndugleikanum til leiðaran av barna- og ungdómstannrøktini. Útlimanin umfatar tað samlaða tannrøktartilboðið, herundir tannjavning.

G.G. Løggild heilsustarvsfólk skulu altíð vísa varsemi og samvitskusemi í sínum starvi. Tey hava fráboðanarskyldu yvirfyri heilsumyndugleikunum, um tey til dømis varnast, at eitt barn ikki tekur lut í barnatannrøktini, ella at aðrir heilsuligir trupulleikar gera vart við seg. Endamálið er at tryggja, at øll børn fáa neyðuga tannrøkt og umsorgan.